Nym.fo
Um Nym.fo
Lýsingarmøguleikar
Títt tilfar á Nym.fo
Nym.fo handilin
Um Nym.fo
Nym.fo er ein dagdvølja hjá teimum, sum hava hug á einum sindri av skemti í gerandisdegnum. Á Nym.fo eru tað tey vitjandi sjálvi, sum gera av hvat er skemtiligt. Hvønn dag senda tey vitjandi stuttligar, áhugaverdar ella løgnar leinkjur og myndir inn á Nym.fo, sum allar verða vístar á síðuni, um tær lúka treytirnar.
Nym.fo verður rikið í einum skemtiligum anda, og endamálið er hvørki at fornerma ella stoyta nakran. Innihaldið á Nym.fo er undir støðugum eftirliti av eigarunum. Um tú heldur at eitt hvørt á síðuni fer yvir um mark, ella brýtur tín upphavsrætt, so skriva til info@nym.fo og ger vart við hetta.
Søgan
Nym.fo sá fyrstu ferð dagsins ljós á sumri 2005. Upprunaliga var Nym.fo ætlað sum ein almenn tænasta hjá starvsfólkum á stovnum og fyritøkum, ið høvdu brúk fyri at smílast og stytta sær stundir framman fyri telduskerminum, tá arbeiðsdagurin gjørdist ov langur og keðiligur. Í dag er Nym.fo vorðið eitt kent vørumerki og hevur ment seg til eitt fastan part av internetnýtsluni hjá fleiri túsund føroyingum heima og uttanlands, ið leita sær inn á síðuna dagliga at síggja skemt, speisemi og samfelagskritikk hvørt um annað – og geva sítt íkast til hesa brúkaraskaptu síðuna.
Samband
Skriva til Nym.fo á
info@nym.fo
Kontakta info@nym.fo
body> body>